Kvinnurnar taka undir við Edmundi

Kvinnusamskipan Føroya tekur undir við uppskotinum at Føroyar sum eitt valdømi Í yvirlýsing boðar Kvinnusamskipan Føroya frá, at samskipanin tekur undir við uppskotinum um Føroyar sum eitt valdømi.

Kvinnusamskipanin sigur, at alt ov fáar kvinnur eru á Tingi, og at landið sum eitt valdømi kann vera ein møguleiki at fáa fleiri kvinnur valdar.

Á ársfundi hjá Kvinnusamskipan Føroya á Toftum seinasta vikuskiftið varð samtykt ein yvirlýsing um at heita á Føroya Løgting um at taka undir við uppskotinum um at broyta vallógina, so Føroyar verða skipaðar sum eitt valdømi.

Kongshavnar Kvinnufelag, Tofta Kvinnufelag, Kvinnufelagið í Havn og Skála Kvinnufelag hava skrivað undir yvirlýsingina.