Kvinnurnar stilla upp kortini

Sambært Rúnu Sivertsen var tað sum mótmæli ímóti Kára á Rógvi og leiðsluhátti hansara, at hon ikki stillaði upp fyri Sjálvstýrisflokkin til fólkatingsvalið. Men hon hevur kortini játtað at stilla upp, eftir at Norðoya Sjálvstýrisfelag hevur heitt á hana um at gera tað.

- Eftir at hava vigað fyri og ímóti, eri eg komin til, at tað er umráðandi, at eg eri við og geri mína ávirkan galdandi í flokkinum. Innanfloks fari eg at arbeiða fyri at broyta leiðsluháttin, soleiðis at veljarar floksins aftur kunnu kennast við Sjálvstýrisflokkin, sigur hon.

Starvsnevndinin hjá Sjálvstýrisflokkinum skrivar á heimasíðu floksins, at nú tykist greitt, at allar kvinnurnar á løgtingslistanum vera við til fólkatingsvalið eisini, og at fundast verður umvegis netið um at fáa góðkent broytta listan.

Freistin at lata vallistarnar inn er í annaðkvøld.