Kvinnurnar stóra avbjóðing

A-landsliðið í kvinnufótbólti skal tíðliga í vár við til kapping í Portugal, har øll tey bestu kvinnulandsliðini í heiminum eru við. – Hetta er ein øgiliga stór avbjóðing, men væntandi eisini ein stór uppliving, sigur kvinnulandsliðsvenjarin, Álvur Hansen

FÓTBÓLTUR

Í døgunum frá 24. februar til 3. mars fær kvinnulandsliðið í fótbólti sína størstu avbjóðing higartil, tá kvinnurnar skulu við til eina kapping í Algarve í Portugal, sum annars telur sterkastu londini í heiminum. USA, Týskland, Kina og tey altíð sterku norðurlondini hava í fleiri ár havt hesa kapping, sum nú er víðkað við einum bólki, ið ikki er fult so sterkur.
Tað er Portugal, sum hevur tikið stig til at fáa triðja bólkin upp í kappingina, og í komandi kappingini verða Rumenia, Eysturríki og Føroyar eisini við í hesum bólkinum. Rumenia og Eysturríki eru styrkimett sum ávikavist nummar 21 og 22 í Europa, Portugal sum nummar 25 og Føroyar sum nummar 35.
– Vit hava í eina tíð roynt at ligið framvið, og nú eydnaðist okkum so at sleppa upp í part. Tað var nokk so heppið, tí hetta eru sterk lond og stórur áhugi er fyri at sleppa við. Men hini hava kanska hoyrt um ta framgongd, vit hava havt, og tí eru vit sloppin upp í part, sigur Álvur Hansen, landsliðsvenjari hjá kvinnulandsliðnum.
– Hetta er ein øgiliga stór avbjóðing, men væntandi eisini ein stór uppliving. Ikki minst, tí okkara spælarar hesar dagarnar verða partur av einum fótbóltsumhvørvi, ið telur teir avgjørt bestu spælararnar í heiminum. Vit eru ikki við í komandi HM-undankappingini, so tað kemur væl við, at vit so í staðin fáa henda møguleikan.
Av tí at kappingin er um mánaðarskiftið februar-mars, er hetta uttan fyri landskappingartíð hjá føroysku spælarunum, men tað ger so bara, at farast má undir venjingina hjá kvinnunum í góðari tíð.
– Hesi seinnu árini eru í øllum førum tey bestu liðini byrjað tíðliga við sínum venjingum, so tá nú henda avbjóðingin er komin á skránna aftrat, vænti eg ikki, at tað verður so trupult at fáa spælararnar í gongd í góðari tíð. Og í øllum førum fara vit at hava fleiri felagsvenjingar, so liðið verður so væl fyri, sum tað ber til, sigur Álvur Hansen.