Tvey føroysk kvinnulandslið eru í hesum døgum í Letlandi, har tey luttaka í Baltic Cup, sum er kapping, har tað luttaka fýra lond. Umframt Føroyar eru tað baltisku londini Estland, Letland og Litava.
Talan er um A-landsliðið og U-15 landsliðið. Yngra liðið fór í eldin nú klokkan níggju, og A-landsliðið skal spæla fyrsta dystin klokkan 12. Báðir dystirnir eru ímóti Estlandi.
Tað ber til at stroyma dystin klokkan 12 á hesi leinkjuni
sportacentrs.com/sportacentrs_tv/live