Kvinnurnar spæla í dag

Annað umfar í kvinnudeildini í fótbólti verður seinnapartin

Fyri átta døgum síðani fór bólturin á rull í kvinnukappingini.

 

Tá vunnu meistararnir í KÍ tepran heimasigur á HB, og EBS/Skála, sum í fjør leingi hótti FM sigursrøðina hjá teimum í Klaksvík, vann 3-0 á B36 í Gundadali.  Margunn Lindholm skoraði hattrikk og legði seg harvið ovast á toppskjúttaralistan. Í oyggjauppgerðini millum ÍF/Víking og B68 vann heimaliðið 4-0.

 

Tíðliga seinnapartin fær EBS/Skála vitjan av ÍF/Víkingi, so fær B68 vitjan av KÍ, og klokkan 17 verður grannauppgerð í Gundadali, har HB eigur heimavøll ímóti B36.

 

Í dag

EBS/Skála-ÍF/Víkingur: Ottar í Funningsstovu kl. 13.00

HB-B36: Andrew Christiansen kl. 17.00

B68-KÍ: Jan á Líðarenda kl. 15.00

 

Fyrsta umfar var fyri viku síðani. Tá vóru úrslitini

KÍ-HB 1-0 (0-0)

1-0: Liljan Jacobsen 85.

ÍF/Víkingur-B68 4-0 (1-0)

1-0: Arnborg Lervig 18.

2-0: Dania Olsen 47.

3-0: Jóhanna Lervig 66.

4-0: Jensa Olsen 85.

B36-EBS/Skála 0-3 (0-1)

0-1: Margunn Lindholm 24.

0-2: Margun Lindholm 67.

0-3: Margun Lindholm 78.