Kvinnurnar skifta spælistíl

Venjarin hjá føroysku flogbóltskvinnunum, Kristian Mikkelsen, væntar sær harða og sterka mótstøðu frá danska landsliðnum, men hann hevur tó vónir um at vinna eitt ella fleiri sett – og kanska meiri enn tað – tá liðini møtast tvær ferðir um vikuskiftið

FLOGBÓLTUR

 

– Mær vitandi, hevur einki sterkari kvinnulandslið nakrantíð vitja føroyskan flogbólt, so lítið er at ivast í, at vit fara at fáa harða og sterka mótstøðu. Danskarar eru í ferð við at byggja sær eitt nýtt landslið upp, og tað kann kanska vera okkara møguleiki, so vit kunnu fáa tvey góð úrslit.

Tað sigur Kristian Mikkelsen, sum saman við Jóhan Peturi á Stongum venur føroysku kvinnurnar, ið fyrireika seg til Oyggjaleikirnar á Álandi.

Hann hevur ikki sæð danska liðið spælt, men kortini hevur hann roynt at fyrireikað seg eitt sindur – millum annað við at sneytað seg fram til upplýsingar um teir ymsu spælararnar á danska liðnum.

– Hóast talan er um eitt gott lið, so hava úrslitini ikki verið so øgiliga góð hjá teimum í ár. Tær eru rættiliga ungar, og tað ljóðar, at satsað verður meiri uppá at fáa úrslit við hesum liðnum næsta ár, sigur Kristian, ið samstundis vísir á, at danska liðið er væl samanspælt, meðan tað føroyska spælir sín fyrsta dyst.

– Kortini havi eg vónir um at vinna eitt ella fleiri sett – og kanska meiri enn tað. Sjálvt um hetta eru tveir venjingardystir og vit fyrireika okkum til eina aðra kapping, ætla vit sjálvandi at spæla fyri at vinna. Spælararnir hjá okkum eru javnt góðir, so vit hava altíð gott fólk at seta inn, og væntandi sleppa allar hjá okkum at royna seg í hesum báðum dystunum.

 

Skifta spælistíl

Av tí at tað ikki gekk eftir vild í finaluni á Oyggjaleikunum fyri tveimum árum síðani, tá Saaremaa mestsum sópaði føroysku kvinnurnar av vøllinum, hava venjararnir gjørt av at ganga aðrar leiðir, so liðið betur skal vera ført fyri at standa seg ímóti einum skot- og blokksterkum mótstøðuliði.

– Okkara spælarar eru ikki so øgiliga stórir, so tí hava vit valt at sett meira ferð á spælið, har miðjan skal royna at hála blokkin hjá mótstøðuliðnum sundur. Vit vilja hava miðjuna at fara báðar vegir og at fara eitt sindur burtur frá hevaranum, so tað verður verri hjá mótstøðuliðnum at rokna út, hvar blokkurin skal setast, sigur Kristian Joensen.

– Alt hetta ætla vit at royna í teimum báðum dystunum ímóti Danmark, sum óivað leggur okkum undir eitt so mikið stórt trýst, at vit kunnu fáa staðfest, hvussu tað hevur riggað hjá okkum at skift spælistíl.

Føroyska landsliðið er í morgin farið til Trongisvágs á venjingarlegu, og í dag kemur danska liðið til Føroya. Í morgin liggur leiðin hjá teimum til Suðuroyar, har fyrri dysturin verður spældur, og eftir hann fara bæði liðini norðuraftur. Sunnudagin spæla tey seinna dystin á Giljanesi, áðrenn donsku spælararnir fara avstað aftur.