Kvinnurnar ráða Ólavsøkukabarettini í ár

Venjingarnar til Ólavsøkukabarettina eru farnar i gongd. Tann 26. juli kl 19.00 verður fyrsta sýningingin. Har eftir verður sýning tvær ferðir hvørt kvøld fram til 30. juli. Spælt verður kl 18.00 og kl 20.00.

 

Í ár eru tað kvinnurnar, sum hava ræðið á pallinum. Leikararnir eru: Barbara Hentze Í Stórustovu, Durita Dahl Andreassen, Lisa Í Dali, Mariann Hansen (kend frá "Keyp føroyskt" lýsingunum), Marita Svartá og Rakul Thomsen. Súsanna Tórgarð leikstjórnar.

 

Fá meira at vita um Ólavsøkukabarettina á Facebook her.

 

Longu tann 24. juli byrjar forsølan av atgongumerkjunum niðri í Sjónleikarhúsinum. Forsølan hevur opið hvønn dag millum kl 16.00 og 18.00. Atgongumerkini kosta 150 kr.