Kvinnurnar offur fyri krígsbrotsverkum

Fleiri túsund kvinnur og gentur vórðu neyðtiknar og illa viðfarnar í tí tíggju ára langa borgarakrígnum í Sierra Leone

- Uppreistrarmenninir neyðtóku kvinnur, sum vóru við barn og kvinnur, sum góvu bróst, og teir noyddu menninar at hyggja at, meðan døtur teirra vórðu neyðtiknar. Ungir dreingir, sum vóru millum uppreistrarmenninar, neyðtóku kvinnur, sum vóru so gamlar, at tær kundu verið ommur teirra.
Soleiðis stendur at lesa í einari nýggjari frágreiðing, sum mannarættindafelagsskapurin Huam Rights Watch hevur skrivað. Frágreiðingin ber heitið "Grætur tú, drepa vit teg".
Tann viðurkendi felagsskapurin leggur fram ein hóp av próvtilfari um kynslig krígsbrotsverk í Sierra Leone, og meiri enn 300 tilburðir verða neyvt umrøddir. Í hesum førunum hava fólk hjá Human Rights Watch tosað við tey, sum vóru offur fyri harðskapinum, og onnur, sum vóru hjástødd, men felagsskapurin ger vart við, at tað finnast mong dømi, sum ongantíð eru vorðin skrásett.
- Kynsligur harðskapur er framvegis tað fjalda krígsbrotsverkið í Sierra Leone, sigur Human Rioghts Watch.
Frágreiðingin er óhugnaligur lesnaður. Fleiri túsund kvinnur og gentur vórðu rændar og burturfluttar og nýttar sum kynsligir trælir hjá uppreistrarmonnunum. Fleiri túsund teirra vórðu neyðtiknar, og hópneyðtøkur vóru vanligar. Ágangurin var serliga harður ímóti teimum ungu kvinnunum, men tilkomnar og eldri kvinnur vórðu ikki spardar.
Human Rights Watch dylir ikki fyri, at hermenn hjá stjórnarherinum framdu eisini ágang ímóti kvinnum, og frágreiðingarnar benda eisini á, at einstakir hermenn úr tí friðarvarðveitandi herdeildini hjá ST gjørdu seg inn á kvinnur. Men eingin ivi er um, at uppreistrarmenninir stóðu fyri nógv tí størsta partinum av brotsverkunum.
Higartil er eingin tikin ella skuldsettur fyri tey kynsligu brotsverkini í borgarakrígnum í Sierra Leone, sum vardi frá 1991 til 2001.