Kvinnurnar mugu fáa størv

Eyðgunn Samuelsen heldur, at fyri at lokka kvinnur heim aftur, so mugu vit hava størv at bjóða teimum.

– Hví skal skal tað ganga so seint at greina avleiðingar og orsøkir til kvinnutrotið í Føroyum

Tað vil javnaðartingkvinnan, Eyðgunn Samuelsen hava at vita frá Johan Dahl, Vinnumálaráðharra í løgtinginum hósdagin.

Í fyrispurninginum, undrast hon á, at fleiri tiltøk ikki eru sett í verk at koma kvinnutrotinum til lívs. 

 

Les eisini Kvinnutrot og javnstøða í tinginum hósdagin

Í 2011 vóru 2.155 færri kvinnur enn menn í Føroyum í aldrinum 0-59 ár. 

Og sambært hagtølunum, sum javnaðartingkvinnan hevur leitað sær fram, er tað bert í 12 londum, at parturin av monnum er størri í mun til partin av kvinnum enn í Føroyum.

 

Les eisini Fáið kvinnurnar heimaftur

Millum londini í vesturheiminum er tað einans Grønland, sum hevur lutfalsliga færri kvinnur enn í Føroyum.

Tingkvinnan fyri Javnaðarflokkin sær kvinnutrotið sum part av trupulleikanum við fólkavøkstri sum heild, og metir tað vera týdningarmikið fyri framburð og menning av landinum, at fáa fólkatalið á røttu kós aftur.