Fyrsta umfar í landskappingini hjá kvinnum í fótbólti verður í dag. Tað eru fimm lið í kappingini, og harvið eru tveir dystir á skránni hesaferð. Nýggja samansetta liðið, AB/B36, hevur frívikuskifti og spælir ikki fyrstu ferð fyrrenn annan sunnudag.
Í dag er skráin henda:
ÍF/Víkingur-EBS/Skála kl. 13.00
KÍ-HB kl. 14.00
Í fjør setti KÍ heimsmet við at vinna FM fyri fimtandu ferð á rað. Í nýggju eru fimm innanhýsis dystir. Síðsta umfar verður 10. oktober, og tá fæst at síggja, um KÍ enn einaferð verður meistari, ella um eitt av hinum fýra liðunum fer at megna at koppa KÍ kvinnunum.










