Kvinnurnar kunnu bjarga Obama forsetasessin

Barrack Obama tykist hava størri kvinnutekki enn John McCain, og tað kann tryggja honum forsetasessin

Tær amerikonsku kvinnurnar vilja heldur hava demokratin Barrack Obama enn republikanaran John McCain til forseta, og hetta er vorðið serliga sjónligt, síðani Hillary Clinton gavst við sínum valstríði.

 

Ein nýggj Gallup-kanning vísir, at 51 prosent av kvinnunum ætla sær at atkvøða fyri Barrack Obama, meðan 38 prosent halda John McCain vera tað betra valevnið. Fyri bara einari viku síðani vóru tølini ávikavist 48 og 43 prosent.

 

- Nú Hillary Clinton er givin, og veljararnir skulu velja ímillum Obama og McCain, venda nógvar kvinnur eygunum ímóti Obama, sigur Gallup í einari viðmerking til kanningina.

 

Kanningin hjá Gallup vísir, at McCain fær 47 prosent av atkvøðunum frá amerikonsku monnunum, og at Obama fær 45 prosent.

 

Hetta merkir sambært Gallup, at Barrack Obama hevði fingið 50 prosent av øllum atkvøðunum, var valið nú, og at John McCain hevði fingið 43 prosent. Í einari kanning hjá blaðnum Wall Street Journal eru tølini ávikavist 47 og 41.