Irak
Tær illa lýddu sharia-lógirnar fáa stóra ávirkan á ta komandi iraksku grundlógina, og tað rakar serliga kvinnurnar.
Uppskotið er ikki liðugt enn, men sambært einum skjali, sum New York Times hevur fingið fatur á, fáa tær iraksku kvinnurnar færri rættindi, enn tær høvdu, tá Saddam hussein sat við valdið. Innihaldið í skjalinum er eisini likið út í Irak, og fyrr í vikuni gingu kvinnur mótmæølisgongu í Bagdad.
Sambært skjalinum stendur í grundlógaruppskotinum, at í framtíðini kunnu irakskar kvinnur ikki giftast ella skiljast, uttan at skyldfólk teirra góðkenna tað. Harafturímóti nýtist monnunum ikki slíka góðkenning, um teir ætla at gifta seg, og teimum nýtist heldur ikki at spyrja skyldfólkini, ætla teir sær at fara frá konuni. Tað er nóg mikið, at teir siga tað við hana tríggjar ferðir, stendur í uppskotinum.
New York Times vísir á, at hetta er eitt stórt afturstig fyri kvinnurnar, tí tá stýrið hjá Saddam Hussein sat við valdið í Bagdad, høvdu tær iraksku kvinnurnar størri rættindi enn kvinnur aðrastaðni í tí arabiska heiminum. Nú skulu tær aftur laga seg eftir sharia-lógunum eins og kvinnurnar í hinum londunum.
Í løtuni virkar Irak eftir einari fyribilsgrundlóg, sum amerikanararnir høvdu eina ávísa ávirkan á, og sum tryggjar kvinnum og monnum somu rættindi. At kvinnurnar nú aftur missa síni rættindi verður roknað sum ein sigur fyri teir átrúnaðarligu og politisku leiðararnar hjá shiamuslimunum. Teir hava alla tíðina sagt, at Islam eigur at vera meginreglan í teirri nýggju grundlógini.
Tjóðartingið í Bagdad skal hava tað endaliga grundlógaruppskotið tann 15. august, men fyribils er einki, sum bendir á, at kvinnurnar kunnu vænta sær nakrar ábøtur til ta tíð, skrivar New York Times.