Kvinnurnar í Føroyum liva longst

Eitt sindur verri stendur til við monnunum

Tað vísa nýggja hagtøl, sum Nordisk Ministerråd nú hevur almannakunngjørt.

 

Uppgerðin vísir, at føroyskar kvinnur kunnu vænta at verða 84,6 ára gamlar og tað er eldri enn kvinnurnar í nøkrum øðrum norðurlandi kunnu vænta at vera, vísa tøl í Nordisk Statistisk Årbog 2013.

 

Hagtølini vísa, at kvinnurnar í Álandi eru beint í hølunum á  teimum føroysku, tí tær kunni eisini vænta at verða yvir 84 ára gamlar. 

 

Hinvegin kunnu menninir í Føroyum ”bara” vænta at verða 79,6 ára gamlir og tað er minni enn bæði menninir í Álandi, Íslandi og Svøríki, verða.

 

Hagtølini vísa, at síðani 1990, er livialdurin hjá monnum í Føroyum hækkaður 6,5 ár og hjá kvinnunum er hann hækkaður 4,3 ár.