Kvinnurnar høvdu kanska bjargað Eik

Høvdu fleiri kvinnur sitið í leiðsluni í Eik, hevði tað kanska staðið eitt sindur øðrvís til

Ger tað sama seg galdandi í Føroyum, sum uttanlands, er tað sannlíkt, at tað hevði staðið eitt sindur øðrvísi til, høvdu kvinnur havt størri vald í Eik.

Tað sigur Katrin Kallsberg, forkvinnu í Javnstøðunevndini. 

 

Les eisini: Mannfólk koyrdu Eik á heysin

 

Hon sigur, at ein leiðsla, har bæði kynini eru umboðað, er fjølbroyttari og hevur fjølbroyttari sjónarmið enn ein leiðsla, har øll eru av sama kyni, kanska útbúgvin á sama lærustovni og kanska eisini kenna hvønn annan privat.

- Frá einum leiðslusjónarmiði er tað ikki ein slík leiðsla, sum mest framdrift er í, sigur Katrin Kallsberg.

Hon vísir á, at aðrstaðni leggja tey dent á at betri kynsbýti í virkisleiðslurnar – og tað er fyri at økja um avlopið hjá virkinum.

 

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr, hví tað hevur so stóran týdning at fáa javnari kynsbýti í virkisleiðslunum – og í veruleikanum merkir tað, at vit skulu hava nógv fleiri kvinnur framat