Kvinnurnar hjá KÍ taptu í fyrstu royndini

Champions League: Kvinnurnar hjá KÍ taptu 6-0 móti FC Zürich Frauen úr Sveis

Føroyska meistaraliðið hjá kvinnum, KÍ, er í hesum døgum á Kýpros til undankapping í Champions League. Í gjár var fyrsta royndum, sum var móti meistarunum úr Sveis, FC Zürich Frauen. Sveisiska meistaraliðið vann heili 6-0, eftir at hava verið á odda 3-0 í hálvleikinum.

 

Eftir 17 meistaraheitið upp í slag frá 2000 til 2016 vann EB/Streymur/Skála meistaraheitið í tvey ár. Í 2019 vann KÍ aftur meistaraheitið og í 2021 vann liðið triðja FM upp í slag. Nú er felagið sett sær fyri, at klára seg betri í Evropa.

 

Tí hevur KÍ millum annað sett kropsligan venjara til kvinnuliðið eisini. At tað ikki røkkur til fyrsta dystin í Champions League í ár, er so eitt, men í Klaksvík ætlar tey sær at klára at spæla upp í móti sterkari mótstøðu í framtíðini.

 

Kvinnurnar hjá KÍ fáa ein nýggjan møguleikan sunnudagin, tá KÍ skal spæla móti SFK Riga úr Lettlandi.