Fríggjadagin kl 16 til 18 letur ein framsýning við málningum hjá Jógvan Ásbjørn Skaale upp í Galerie Focus í Gríms Kambansgøtu 20 í Havn.
Jógvan Ásbjørn Skaale í Havn, sum er føddur í 1947, hevur málað og arbeitt við list í nógv ár, heilt frá ungum árum luttók hann á framsýningum og gjørdi serliga vart við seg á Ólavsøkuframsýningunum sum Listafelagið skipaði fyri.
Jógvan Ásbjørn er útbúgvin lærari. Hann er mest kendur fyri at stríðast fyri, at vit fingu føroyskt sjónvarp og bleiv hann fyrsti stjórin í Sjónvarpi Føroya. Í dag er Jógvan Ásbjørn, kallaður JAS millum vinir, kendur fyri at mála kvinnumyndir.
- Nú, vit hava tann heiður, at hann hevur málningaframsýning í Galerie Focus, er myndevnið kvinna og bygdalag, sigur Marianna Norðoy á Gallarie Focus.
Framsýningin verður opin til 10. februar, týsdag til fríggjadag kl. 15 til 18 og leygardag kl. 16 til 18.
Myndatekstur:
Fríggjadagin letur upp málningaframsýning við Jógvan Asbjørn Skaale í Gallerie Focus í Havn
Mynd: Jens Kristian Vang