Nú heilt stutt er til kappingarbyrjan í SMS-deildini, ið er fremsta deildin í kvinnuhóndbolti, er tað komið dátt við hjá H71 at venjarin, Flemming Raben, brádliga er givin í felagnum.
Flemming kom til H71, eftir at hann hevði leitt Kyndil til silvur í bæði steypa- og landskapping, og tað ljóðaði úr Hoyvík at venjingarnar vóru væl umtøktar.
Men umstøður uttanifrá við privata arbeiðnum hjá venjaranum, ger at hann ikki verður førur fyri at venja H71 kortini.
Anna Dam, forkvinna í H71, ásannar at hetta kom óvart á nevndina, sum í løtuni arbeiðir við eini loysn á trupulleikan. Arbeiðið nærkast eisini einari loysn, og felagið væntar at kunngera hetta í næstum.
H71 spælir sín fyrsta dyst í landskappingini sunnudagin 16. september móti Kyndli í Høllini á Hálsi.










