Kvinnurnar hildnar fyri spott

Eisini næsta royndin hjá KÍ og B36 at avgreiða seinnu hálvfinaluna í steypakappingini hjá kvinnum miseydnaðist. Orsøkin var enn einaferð, at ásetti dómarin hevði givið avboð til FSF, uttan at feløgini høvdu fingið boð um hetta

Tað gongur striltið at avgreiða steypakappingina hjá kvinnum.

HB kvinnurnar hava longu tryggjað sær annan sessin í finaluni, men hvat mótstøðuliðið verður, er ringt at fáa greiðu á.



Dómaraóskil

Eftir at KÍ hevði vunnið fyrru hálvfinaluna móti B36 4-3, fóru havnargenturnar fyri tveimum vikum síðani til Klaksvíkar at spæla returdystin.

Dysturin varð tó av ongum, tí dómarin, sum varð settur at døma dystin hevði givið avboð uttan at FSF hevði sett annan dómara í hansara stað.

Í seinastu løtu fekk KÍ fatur á einum lokalum dómara, men hendan vildu B36 genturnar undir ongum umstøðum góðtaka, tí tær vóru alt annað nøgdar við tað døming, sum hesin hevði sýnt tær báðar seinastu ferðirnar B36 var í Klaksvík.

Mikudagin varð so ein nýggj roynd gjørd, men eisini hendan miseydnaðist, orsakað av dómaratrupulleikum.

Hesu ferð hevði FSF sett nýggjan dómara, tá upprunaliga setti dómarin enn eina ferð hevði givið avboð, men hetta var ikki fráboðað feløgunum.

Tá B36-leikararnir sóu hetta, noktaðu tær blankt fyri at spæla. Talan var enn einaferð um lokalan dómara, sum tær undir ongum umstøðum vildu góðtaka í einum so týdningarmiklum dysti.


Krevja óheftan dómara

Sólvá Joensen, sum er liðformaður hjá B36, sigur, at tær als ikki kunnu góðtaka, at FSF setir ein lokalan dómara at døma ein dyst, sum er av somikið stórum týdningi fyri tær.

Fyrru ferðina tær vóru í Klaksvík, søgdu B36 genturnar, at einasti lokali dómari, sum tær kundu góðtaka í dystinum, var Lassin Isaksen, men hesin fekk tá ikki komið á staðið.

Seinnu ferðina kom Lassin á staðið, men tá høvdu B36 genturnar longu boðað frá,at tær ikki spældu, og tær vildu ikki fara uppøstar og øofyrireikaðar inn á vøllin.


Dómararnir sleppa ov lætt

Malena Jospehsen, sum er liðskipari hjá KÍ, er hørm um, at B36 genturnar ikki vildu spæla, nú Lassin royndi at koma við eini hjálpandi hond.

Hon er tó sannførd um, at størsti feilurin í hesum liggur hjá FSF.

- Tað vísur seg ferð eftir ferð, at domararnir sleppa alt ov lætt undan sínum skyldum, og at eingin dómari verður settur ísatðin, ella at feløgini ikki fáa boð um hetta líkist ongum.

Sjálv visti Malena av, at annar dómari varð settur, men hetta komst av, at dómarin ringdi til hana mikumorgunin, fyri at vita, nær dysturin skuldi spælast.

Harumframt greiða báðar frá, at tað tykist ivasamt, um leikararnir eru hugaðir at gera ein triðju roynd at fáa dystin avgreiddan. Talan er um dyst mitt í viku, og tí er neyðugt hjá leikarum at taka frí rá arbeiði, umframt at fleiri ganga til próvtøku í hesum døgum. Hetta ger sjálvandi støðuna hjá teimum enn meira ótolandi.


Ikki eindømi

Báðar vísa liðskipararnir á, at talan so avgjørt ikki er um nakað eindømi við hesum dysti.

Tá B36 í fjør var í Klaksvík, ,øtti dómarin ikki, men tað ferðina varð dysturin so avgreiddur við lokalari hjálp. Sum áður nevnt, so vóru B36 kvinnurnar ikki nøgdar við avrikið ta ferðina, og tí noktaðu tær fyri at spæla hesu ferð.

Sama skili var eisini galdandi, tá VB i fjør var í Klaksvík. Dysturin varð spældur, men misnøgdin við dómaran var somikið stór, at VB fekk tillutað nýggjan dyst.

Harufmramt er fleiri ferðir komið fyri, at lokalir dómarar døma dystir í bestu kvinnudeildini, og hetta eru leikararnir alt annað enn fegnar um.


Ov fáir dómarar

Óli Holm, sum er formaður í dómaranevndini hjá FSF sigur við Sosialin, at hann sjálvsagt er harmur um mistakið, og at FSF sjálvandi eigur alla ábyrgd av hesum.

- Møguliga eiga vit at eftirmeta um skpanina, sum verður nýtt, tá dómarar geva avboð, tí tað er eyðsæð, at hon ikki hevur riggað nóg væl í hesum førum, sigur Óli Holm, sum vísir á, at hann einki visti um trupulleikan fyrr enn í gjárkvøldi.

Óli leggur eisini dent á, at feløgini hava fingið eina umbering frá FSF, uttan at vit tó skulu gita um, hvat feløgini halda um hesa.

Um trupulleikan við lokalu dómarunum sigur hann, at hetta kemst av, at ov fáir dómarar eru at taka av.

Haann vísur á, at sama fyribrigdi eisini ger seg galdandi í 3. deild hjá monnum.

- At fáa fleiri dómarar at døma er ein stórur trupulleiki, men hendan trupulleika mugu feløgini hjálpa okkum við at loysa, sigur Óli Holm. Hann vísur á, at FSF sjálvandi ersinnað at skipa fyri neyðugum skeiðum og øðrum, men at tað mugu vera feløgini, sum eggja dómarum til at taka dómaraprógv.

Nær nýggjur dystur skal vera, er enn ikki greitt, men Óli Holm vísti á, at hetta verður upp til kappingarnevndina at gera av.


B36 mótmælir

Einki er at taka seg aftur í, at spælarar, venjarar og leiðsla í báðum feløgum eru í øðina inn á FSF í viðgerðini av hesum máli.

B36 sendi í gjár skriv til FSF, har greitt varð fra teirri misnøgd, sum handfaranin hjá FSF hevur elvt til í málinum.

Í brævinum verður víst til, at FSF eftir fyrra dystin gav lyfti um, at óheftur dómari skuldi setast at døma dystin, og at tær tí ikki kundu góðtaka dómaran, sum varð settur til dystin, enn tá uttan at geva nørkum liði boð um hetta.

Í seinasta reglubrotinum í skrivinum verður sagt, at hóast tær kenna seg hildnar fyri tað turra spott av FSF, eru B36 kvinnurnar sinnaðar at fara ein triðja túr til Klaksvíkar, treytað av at FSF kann tryggja teimum, at óheftur, kvalifiseraður dómari dømir dystin. Hetta hóast B36-kvinnurnar kenna seg hildnar fyri tað turra spott.

Sostatt eru helst útlit fyri, at seinni finaluluttakarin kortini verður funnin, men B36 kvinnurnar eru neyvan einsamallar um at kenna seg hildnar fyri spott í hesum máli.acute;larklárt, at danska stjórnin - tað hevur hon sagt - ynskir ikki, at Føroyar gerast sjálvstøðugar. Tí hevur tað eisini í samráðingunum verið roynt at forða fyri, at man kemur víðari við ætlanunum hjá landsstýrinum. Tí er samráðingarstøðan hjá landsstýrinum eisini truplari enn tann hjá donsku stjórnini.

-Í Føroyum hava vit ikki andstøðuflokkar, sum siga, at vit eiga at lata landsstýrið samráðast. Vit hava harafturímóti andstøðuflokkar, sum siga, at tað sum landsstýrið ger, er beinleiðis skeivt, og tað siga teir eisini við danskar politikarar og fjølmiðlar. Tað er tað, sum danska stjórnin kann brúka í síni samráðing: tá man fer til harðar samráðingar og har báðir partar hava sínar meiningar og ynski, so er samráðingarstøðan hjá donsku stjórnini sterk, tí hon hevur undirtøku frá flestu flokkum á fólkatingi - hinumegin er samráðingarstøðan hjá landsstýrinum veik, tí her heima er tað ein stórur partur av tí parlamentariska grundarlagnum, sum beinleiðis mótarbeiðir landsstýrinum í samráðingunum.

Tað merkir sigur landsstýrismaðurin víðari, at vóru føroyingar samdir í heildini, at man sjálvandi skal hava eina rímuliga skiftistíð, og at hetta er eitt rímuligt krav frá føroyingum, tí man nú tekur tí fullu ábyrgdina - vit hava eisini verið undir donskum valdi í 600 ár, og tí má man hava eina rímuliga umstillingartíð - so hevði Nyrup ongantíð gjørt tað, sum hann ger í løtuni.

Høgni Hoydal ivast tí ikki í, at hevði Nyrup fingið nóg sterk krøv úr Føroyum og nóg sterka fokusering uppá, hvat føroyingar halda vera rímuligt, so hevði hann heldur ikki spælt út við 4-5 árum.

-Sigur tú harvið, at tað er andstøðan, sum gevur donsku stjórnini trumfkort á hondina fyri at kunna ganga ímóti politikkinum hjá landsstýrinum?

-Eg skal ikki pástanda, at hon ger tað tilvitað, men parlamentariska støðan í Føroyum ger, at Nyrup kann brúkar nakrar trumfir, sum hann annars ikki hevði kunnað brúkt. Tað ger, at hann kann koma við heilt ógrundaðum útmeldingum uttan at hann fær nóg sterkt svar uppá tiltalu.

Hví spyr eingin Nyrup um, hví hann heldur 4-5 ár eru rímulig. Hvat liggur í boðskapinum hjá honum? Eru 4-5 ára skiftistíð rímulig fyri eitt land, sum nú vil vera sjálvstøðugt, meðan eitt land, sum ikki vil vera sjálvstøðugt skal bara hava pengar í allar ævir? Tað hava vit ikki fingið nakra skilagóða grundgeving fyri enn heldur landsstýrismaðurin.