Í gjár gjørdist greitt, at kvinnurnar hjá KÍ settu evropeiskt met, samstundis sum lagt varð aftrat norðurlendska metinum, sum varð sett í fjør.
KÍ-kvinnurnar hava vunnið FM-heitið 15 ferðir á rað. Hetta gjørdist veruleiki, tá KÍ vann 7-2 á felagsliðnum ÍF/Víkingi á heimavølli. Helst er talan um heimsmet, um ikki okkurt oyggjaland í karabiska økinum ella í Kyrrahavinum, sum er limur í FIFA hevur eitt felagslið, sum hevur vunnið oftari.
Tummas Lervig, formaður í KÍ fegnast um metið, og hann staðfestir, at kvinnurnar hjá KÍ hava við sínum seriøsiteti og miðvísa arbeiði stóran týdning fyri KÍ. Tá seinasta umfarið í bestu kvinnudeildini verður avgreitt leygardagin 18. oktober fer KÍ saman við Klaksvíkar kommunu at gera nógv burturúr bragdinum hjá KÍ-kvinnunum.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr eina samrøðu, sum varð við Tummas Lervig á Rás2 fyrr í morgun.










