Føroyska kvinnulandsliðið hevur í dag spælt landsdyst á útivølli móti Kekkia í einum dysti, sum Kekkia vann 4-1. Fyri føroysku kvinnurnar var talan um besta úrslitið í hesari undankappingini, tí ongantíð áður í hesari undankappingini hevur Føroyar tapt við so fáum málum.
Sermerkt við dystinum í dag var eisini, at Føroyar á fyrsta sinni komu á máltalvuna í hesari undankappingini. Føroyska málið kom tá 89 minuttir av dystinum vóru leiktir, tá Milja Simonsen úr HB var send avstað og rann frá kekkisku verjuni. Milja Simonsen setti bóltin trygt í netið til stóra frøði í føroyska ferðalagnum.
Sum heild var sigurin hjá Kekkia fult uppiborin. Kekkia var leikliga betra liðið og hevði teir størru málmøguleikarnar. Men í mun til fyri einum ári síðani, sæst týðulig framgongd á føroyska liðnum. Føroyska liðið stendur sum heild nógv betri í verjustøðu, og gerst betur og betur á bóltinum.
Eitt av stóru málunum í hesari undankappingini hevur verið, at Føroyar skal koma á máltalvuna í onkrum av dystunum, og í kvøld er tað so eydnast á útivølli móti Kekkia.
Føroysku kvinnurnar mangla ein dyst í HM-undankappingini. Tað er dysturin móti Týsklandi á heimavølli tann 4. September.
Kekkia - Føroyar 4-1
1-0 Katerina Svitkova, 13.
2-0 Lucie Martinkova, 52.
3-0 Lucie Vonkova, 63.
4-0 Antonie Starova, 75.
4-1 Milja Simonsen, 89.