Kvinnurnar fingu fleiri atkvøður

Kvinnurnar fingu fleiri atkvøður enn menninir í miðal á valinum týsdagin.

Kvinnurnar fingu í miðal fleiri atkvøður enn menninir á løgtingsvalinum týsdagin, boðar Demokratia frá.

Hóast tað ongantíð hava verið so fá kvinnulig valevni uppstillaði sum í ár síðani 1998, so hevur ongantíð áður hilnast so væl hjá teimum, sum stillaðu upp.

Fyri fyrstu ferð nakrantíð fingu kvinnuligu valevnini í miðal fleiri atkvøður enn mannligu valevnini, boðar Demokratia frá.

- Mannligu valevnini fingu í miðal 173 atkvøður í part, og kvinnuligu valevnini fingu 185. Knøpp 30% av atkvøðunum tilsamans fóru til kvinnulig valevni, og kynsbýtið millum tey valdu er eisini 30% kvinnur og 70% menn – í tølum 10 kvinnur og 23 menn, skrivar Demokratia.

Annars er at siga at hóast kvinnurnar taldu 28 prosent av valevnunum, so telja tær 30 prosent av valdu tingmanningini.