Nú koma kvinnurnar hjá JAS til Havnar.
Eftir at listamálarin Jógvan Asbjørn Skaale hevur havt framsýningar í Fuglafirði og á Tvøroyri, fer hann nú at hava framsýning í høvuðsstaðnum.
Fríggjadagin klokkan 14.00 letur framsýningin upp í Smiðjuni í Lítluvík.
Okkurt um 40 málningar verða við, og kvinnan er miðdepilin á øllum myndunum.
? Allir føroyskir listamenn mála landsløg, og eg haldi, at kvinnan er tað vakrasta landslagið, sum vit eiga, sigur Jógvan Asbjørn Skaale.
Góðar umstøður
Hann hevur málað nógv seinastu tíðina, og arbeiðsumstøðurnar hjá honum eru góðar.
Fyri hálvumøðrum ári síðani keypti hann Fjalsgarð í Oyndarfirði, og har hevur hann góðar umstøður til listarligt arbeiðið.
? Eg havi eina høll upp á 100 fermetrar, og so gott pláss havi eg ongantíð áður havt. Eg eri nógv í Oyndafirði og máli, sigur Jógvan Asbjørn Skaale.
Og tað, sum kemur burtur úr hesum arbeiði, kunnu fólk síggja í Smiðjuni í Lítluvík.
Framsýningin hevur opið fríggjadagin, leygardagin og sunnudagin.