Hann stóð ikki við manuskripti, og hann nýtti ikki powerpoint. Men hann bergtók alla samkomuna, tá ið hann í tað mesta av trimum korterum á sín eyðkenda og lítillætna hátt stóð og greiddi frá feigdardegnum, sum tollaksmessan í 1913 var, og eisini frá vanlukkuni á Sundinum náttina eftir løgtingsvalið 6. november 1945.
Tað er Osvaldi Sivertsen í Norðdepli, sum sipað verður til. Fleiri av forfedrunum hjá Osvaldi Sivertsen taldust millum teir, sum fórust fyri hundrað árum síðani. Millum teir sjey, sum fórust, vóru tveir pápabeiggjar hansara og abbin á hinari síðuni og ein mammubeiggi.
Um fyrru hendingina var keldan tey, sum sótu eftir og høvdu kent sorgina og tregan av at missa. Seinna tilburðin segði Osvald seg minnast væl. Hann var tá 10 ára gamal, og helt fyri, at hesin 7. november í 1945 var tyngsti dagur, sum hann mintist á Oyrini og yviri í Sundi. Tá fórust á Sundinum tríggir ungir menn - Arne Sophus Nysted, 17 ár, Martin Sofus Johannesen,19 ár, báðir úr Hvannasundi, og Hans Eli Esmar Olsen, 23 ár, úr Fossá.
Eingin veit frá einum at siga. Tað eru tey, sum halda, at Norðdepilsbáturin í 1913 fórst úti millum Grynnurnar. So eru tað tey, sum halda, at hann fórst inni við land á Viðvík. Millum hesi seinnu er Osvald Sivertsen. Pápabeiggjar hansara, sum fórust við bátinum, vóru Hans Jacobsen Sivertsen, 19 ár, og Olaf Sivertsen, 16 ár. Elsti beiggi teirra, Poul Sivert Sivertsen, skuldi havt verið við á útróðri hesa náttina, men hann barst frá, tí hann var sjúkur og settist aftur. Tí var tað, at Karl Justesen, 40 ár, sum var abbi Osvalds á móður síðuni, og sonur hansara, Jóhannes Sofus, 19 ár, fóru við.
Dagin eftir vanlukkuna, jólaaftan í 1913, fór Poul Sivert, til gongu norður á Viðvík, og har fann hann brotnaða bátin við allari útgerðini og øllum tí – heilt niður í minstu lutir - sum menninir høvdu havt við sær.
Hinir báðir, sum fórust, vóru Hans Mathias Hansen, 40 ár, og Jóhannes Hansen, 36 ár. Loinirnar, sum hesir allir vóru úr í niðursetubygdini, sum er frá 1866, stóðu tætt saman. Osvald greiddi frá umstøðunum, sum vóru, tá ið hesir sjey menninir í bestu árum vóru burtur. Hann hevur viðhvørt ímyndað sær, hvussu tað hevði verið, um tað vóru kvinnurnar, sum vóru farnar, og menninir høvdu verið einsamallir eftir.
-So hevði ikki verið væl vorðið. Ivaleyst hevði verið øskukalt, tí mannfólkini megna ikki so nógv einsamallir, sum føroysku kvinnurnar so mangan hava víst, at tær hava megnað. Tær hava verið størstu kempurnar í hesum landinum, segði Osvald Sivertsen á samkomuni í skúlanum á Fossanesi í gjár, eftir at minnisvarðin í Norðdepli var avdúkaður.
Katrin Næs, borgarstjóri, sum bæði bjóðaði vælkomið og takkaði fyri, upplýsti, at teigurin, har minnisvarðin stendur, hevur Osvald Sivertsen givið kommununi til endamálið.