Í dag eru 99 ár síðani, at fyrstu kvinnurnar vórðu valdar í Fólkatingið.
Dagurin í dag, 22. apríl, er nevndur eftir Cajus, sum doyði ár 296. Hann var Pávi.
Um hendan dagin kann sigast:
1500: Brasilia verður hendan dagin var funnið av portugiska kanningarfaranum Pedro Álvares Cabral.
1889: Klokkan 12 hendan dagin varð latið upp fyri koloniseringini av Oklahoma. Upp á fáar tímar vóru býirnir Oklahoma City og Guthrie skaptir við fleiri 10.000 íbúgvum í hvørjum.
1912: Pravda kemur út fyri fyrstu ferð í Sankta Pætursborg. Blaðið skal vera málgagnið hjá sovjetiska kommunistaflokkinum.
1918: Bæði kynini verða fyri fyrstu ferð umboðast í Fólkatinginum, tá fýra kvinnur verða valdar á fólkatingsvalinum. 1933: Týskland bannar við lóg, at jødar kunnu starvast sum sakførarar og læknar.
1972: Sporvognarnir í Keypmannahavn fara í søguna.
1996: Kosovokríggið byrjar millum Kosovo og partar av táverandi Joguslavia (núverandi Serbia) og var eitt av teimum kríggjum, sum elvdu til upploysnina av Jugoslavia.
Um fólk, sum knýta seg at degnum kunnu vit siga, at russiski leiðarin og rithøvundurin Vladimir Lenin var føddur hendan dagin í 1970, og at amerikanski sjónleikarin, Jack Nicholson fyllir 80 ár í dag – Fríðrikur Petersen, próstur, varð føddur hendan dagin í 1853.
Danski yrkjarin Jeppe Aakjær doyði hendan dagin í 1930, og fyrrverandi amerikanski forsetin, Richard Nixon doyðin hendan dagin í 1994.
Hetta fyrsta fólkatingsvalið eftir grundlógarbroytingina í 1915, sum víðkaði Fólkatingið frá 114 limum til 140, meira enn tvífaldaði talið av veljarum, tí kvinnur sluppu at velja.
Úrslitið á Fólkatingsvalinum í Danmark hendan dagin í 1918 – tá kvinnurnar kundu velja fyri fyrstu ferð, var hetta:
Venstre: 29,7 prosent, 46 fólkatingslimir
Socialdemokratiet: 28,7 prosent, 39 fólkatingslimir
Det Radikale Venstre: 21,3 prosent, 32 fólkatingslimir
Det Konservative Folkeparti: 18,3 prosent, 22 fólkatingslimir
Erhvervspartiet: 1,3 prosent, 1 fólkatingslim
Í Føroyum vóru 5.510 fólk á vali hendan dagin í mun til 1.428 á fólkatingsvalinum í 1015.
Sjálvstýrisflokkurin fekk 2.668 atkvøður
Sambandsflokkurin fekk 2.842 atkvøður