Kvinnurenningin 2014

Liturin appilsingult setti av álvara dám á Havnina leygardag seinnapartin, tá kvinnurenningin 2014 var á skránni.

Liturin appilsingult setti av álvara dám á Havnina leygardag seinnapartin, tá kvinnurenningin 2014 var á skránni. Tilsamans 1300 kvinnur í appilsingulum blusum runnu ella gingu av Tórsbreyt og oman á Vaglið, og hóast talið er eitt vet lægri enn í fjør, eru fyrireikararnir væl nøgdir við luttøkuna. 

 

Hóast luttakaratalið í ár er nakað lægri samanborið við tær 1500 kvinnurnar, sum runnu í fjør, eru fyrireikararnir væl nøgdir við luttakaratalið.

 

- Vit eru ógvuliga væl nøgdar við, at tað aftur í ár møttu so nógvar kvinnur upp til Kvinnurenningina. Beint yvir 1700 kvinnur vóru tilmeldaðar, men tað er nokkso vanligt, at eini 25 prosent ikki møta upp á sjálvum degnum, so samanumtikið halda vit, at undirtøkan hevur verið góð, sigur Sunniva Bjarnastein frá Bragdinum, sum er ein av samskiparunum av Kvinnurenningini.

  

Brúktu farthaldarar

Hetta er sætta árið á rað, at Bragdið og Kvinna skipa fyri Kvinnurenningini, og eins og undanfarin ár varð byrjað á Tórsbreyt við eini felags upphiting. Síðani runnu ella gingu tær 1300 kvinnurnar ta rutuna, tær høvdu valt sær. Eins og í fjør varð runnið Yviri við Strond, síðani ígjøgnum býin og endað varð við hugnaløtu á Vaglinum. Kvinnurnar kundu velja at renna ella at ganga 2,5 kilometrar ella 5 kilometrar.

 

Sum nakað nýtt vóru sokallaðir farthaldarar nýttir til tær kvinnurnar, sum runnu og kundu hugsað sær at klárað teinin innan eina ávísa tíð. Ynskti tú at klára rutuna upp á 25 minuttir, skuldu tú fylgja teimum báðum monnunum, sum runnu við hvør sínari ballón, har tað stóð 25 á. Sami leistur varð nýttur til tær kvinnurnar, sum vildu renna teinin upp á 25, 30 og 35 minuttir.

 

- Nú var hetta fyrstu ferð, at vit royndu okkum við farthaldarunum, men tað riggaði so mikið væl, at eg rokni við, at vit fara at brúka farthaldarar aftur næsta ár, sigur Sunniva Bjarnastein og leggur afturat, at meginparturin av teimum, sum runnu uttan steðg, hildu seg til farthaldararnar við ballónum, har tað stóð 30 og 35 á.

  

Fleiri yngri kvinnur

Til Kvinnurenningina hesaferð vóru allir aldursbólkar umboðaðir, men serliga vóru tað kvinnur í aldrinum 35 til 55, sum luttóku leygardagin.

 

- Tað er serliga tann aldurbólkurin, sum rennur nógv, og tað síggja vit eisini aftur í Bragdinum, sigur Sunniva Bjarnastein og heldur fram:

 

- Men í ár vóru nógv fleiri yngri kvinnur við, í mun til hvat tað plagar at vera. Eg haldi, at fleiri av teimum vaksnu rennarunum, høvdu tikið døtur sínar við, og eg haldi eisini, at tað var ótrúliga hugaligt at síggja so nógvar blaðungar rennarar, sigur Sunniva Bjarnastein. Fyri nøkrum árum síðani var markið annars 18 ár fyri at luttaka í Kvinnurenningini.

 

- Okkum dámar væl, at eisini gentur og ungar kvinnur eru við í tiltakinum, tí tað er jú ætlað kvinnum í øllum aldursbólkum, og tí hava vit eisini avgjørt, at vit fara at gera meira fyri teir heilt ungu luttakararnar til næstu Kvinnurenningina, sigur Sunniva Bjarnastein.

 

Rás 2 fekk eisini orðið á Sunnivu Bjarnastein í gjár. Trýst á pílin undir myndini fyri at lurta eftir samrøðuni við hana.