Kvinnur í útnorði knýta bond

100 kvinnur frá teimum trimum londunum í útnorði, Føroyum, Grønlandi og Íslandi, hittast á ráðstevnuni at tosa um støðu sína.

Kvinnuráðstevnan hjá Útnorðurráðnum verður í Havn í juni 1999. Endamálið við ráðstevnuni er at fáa í lag eitt orðaskifti fyri kvinnur í útnorði, har tær kunnu hittast og tosa um felags trupulleikar, fáa vitan um viðurskiftini hjá hvør øðrum, og ikki minst knýta bond, sum heilt vist kunnu hava við sær styrkt samarbeiði í útnorði.

Roknað verður við, at umleið 100 kvinnur frá teimum trimum londunum í útnorði, Føroyum, Grønlandi og Íslandi, hittast á ráðstevnuni at tosa um støðu sína.

Tann føroyska sendinevndin í Útnorðurráðnum hevur høvuðsábyrgdina av ráðstevnuni. Við tí í hyggju, at ráðstevnan verður á einum breiðum grundarlagi hevur ráðið sett ein arbeiðsbólk í Føroyum, sum saman við millumgongufólki í Grønlandi og Íslandi, ger uppskot til skrá fyri ráðstevnuna. Fyri at seta hol á fyrireikingarnar heldur Útnorðurráðið fund í Tórshavn 17. september, har Ísólfur Gylfi Pálmason, altingsmaður og formaður í Útnorðurráðnum, og Lisbeth L. Petersen, løgtingsmaður og annar næstformaður, hitta arbeiðsbólkin og millumgongufólkini frá Grønlandi og Íslandi.

Tey seinastu tvey árini eru nógvar broytingar farnar fram innan arbeiðið í Útnorðurráðnum. Hetta við tí í hyggju at gera tað meira virkið og betur ført fyri at styrkja samarbeiðið um útnorður áhugamál. Tí verður stórur dentur lagdur á ráðstevnur og hevur Útnorðurráðið gjørt av, at halda eina stóra ráðstevnu á hvørjum ári um eitthvørt áleikandi evni. Í 1999 hevur ráðið gjørt av, at evnið verður javnstøða og støðan hjá kvinnum í útnorði.