Kvinnur sleppa kortini ikki at keypa alkohol á Sri Lanka

Lógarbroytingin, sum gav kvinnum á Sri Lanka loyvi til at arbeiða í barrum, er tikin aftur av forsetanum á Sri Lanka, sum í dag setti lógina aftur í gildi, sum setur forboð fyri, at kvinnur kunnu keypa lakohol – fáar tímar eftir, at myndugleikarnir høvdu boðað frá, at ein 39 ára gomul lóg var broytt fyri at skapa javnstøðu.

 

Maithripala Sirisena, forseti, sigur, at hann hevur givið fíggjarmálaráharranum boð um at afturkalla lógarbroytingina, sum hevði gjørt tað gjørligt hjá kvinnum at arbeiða har, sum alkohol verður selt.

 

– Fyriskipanin hjá ráðharranum er afturkallað frá í morgin at rokna, stóð í fráboðan frá skrivstovuni hjá forsestanum, sum onga grundgeving hevur til avgerðina.

 

Fyrr í dag var 39 ára gamla forboðið ímóti, at kvinnur keypa, selja ella framleiða alkohol í landinum, avtikin.

 

Lógin, sum er frá 1979, er longu kritiserað fyri at vera kvinnukúgandi og skuldi beinast burtur fyri at skapa meira javnstøðu í landinum.

 

Forboðið varð sett í gildi við atliti til konservativu buddistarnar í landinum.

 

Eygleiðarar høvdu ávarað um, at varliga lógarbroytingin kundi føra til ógvusligan bakstoyt í nøkrum økjum í buddistiska landinum.

 

Fíggjarmálaráðharrin á Sri Lanka, Mangala Samaraweera, er harðliga átalaður av felagsskapinum Tjóðarinnar Varðveiting av Brúkaraverju, sum ákærir hann fyri at vilja eggja fólki at drekka alkohol.

 

Rørslan heitti fyrr í dag á forsetan um at leggja uppí og endurreisa avmarkanina.

 

Samaraweera hevur sagt, at ein strong lóggáva um alkohol bara styrkir svarta marknaðin fyri rúsdrekka, og sum merkir, at staturin missir nógvar inntøkur frá avgjøldum.

 

/ritzau/AFP