Tað sæst í kanning, sum Lóður hevur gjørt fyri Demokratia. Úrslitið sæst í Sosialinum hetta vikuskiftið.
– Veljarin er klárur til javnstøðu. Um eins nógvar kvinnur og menn verða stillaður upp til kommunuvalið, so verður javnstøðan betri. Taka vit valið í 2020, so vóru meir enn triðja hvør kvinna og triðji hvør maður, ið stillaðu upp, vórðu vald. Men nógv fleiri menn enn kvinnur vórðu stillað upp
Tað sigur formaðurin í Demokratia, Niels Uni Dam, við Sosialin.
Lesið eisini samrøðu við Silas Olofsson, fuglakennara, sum sigur, at tað er vaksandi áhuga fyri fuglalívi í Føroyum.
Og um tiltak á Sandi, har ein minnispláta varð avdúkað á Ljósafløtti á Eplafestivalinum síðsta vikuskifti. Tað var í sambandi við hending ein útróðrardag fyri skjótt 85 árum síðan – ella hin 14. mars í 1940. Bátarnir av Sandi, sum søgan snýr seg um, eru Føroyingurin, Vesturfarið og Riddarin, sum henda dagin vóru á útróðri við tilsamans 20 monnum.
Riddarin varð vanliga róptur Flúgvarin.
– Tá harðast leikaði á, og brotini brutu inn yvir bátin – ja, tá settu menninir seg øksl ímóti øksl við bakinum út móti stokkinum, soleiðis at brotini brutu á ryggin og ikki inn í bátin, veit Heri Sverrason at siga frá abba ´sinum, sum saman við øðrum bjargaði tveimum bátsmanningum.
Sosialurin fæst í leysasølu kring landið – haldarar kunnu lesa blaðið á sos.fo