Kvinnur í Saudiarabia fáa valrætt

Kongurin í Saudiarabia, Abdullah, kunngjørdi í dag, at eftir samráðingar við týðandi prestar og onnur hevur landsins leiðsla gjørt av at lata kvinnur stilla upp til tey lokalu shura-ráðini, og at kvinnur eisini skulu sleppa at velja. Shura-ráðini eru ráðgevandi.

-Hetta kemur í gildi frá næsta valskeiði. Tá sleppa kvinnurnar eisini at stilla upp sum valevni á kommunuvalinum, eins og tær sleppa at atkvøða, sigur kongur í kunngerðini.

Kommunuval er í Saudiarabia hósdagin, men kvinnurnar kunnu hvørki stilla upp ella velja hesaferð. Meiri enn 5.000 menn eru uppstillaðir til helvtina av teimum 285 sessunum í kommunustýrunum. Hina helvtina velur stjórnin.