Í dag millum klokkan 14 og 16 hevur Rannvá Holm Mortensen fernisering í Art gallerí Stephanssons Hús À framsýningini eru akvarell- og tusch myndir, sum eru vorðnar til á eini ferð suður gjøgnum India frá desember 2007 til mars 2008. Síðan eru tær evnaðar til plakatir í tveimum støddum.
Hesin arbeiðsháttur ið er brúktur, gevur rúmd fyri at arbeiða bæði skjótt og spontant, so flogið verður nakað heilt annað, enn tá tað snýr seg um tann meira stramma málningin, verður sagt í tíðindaskrivi til miðlarnar.









