Kvinnur ráðharrar í Iran

Iranski forsetin, Mahmoud Ahmadinejad, sigur, at minst tríggjar kvinnur fáa sæti í teirri nýggju stjórnini. Talan er um eina stóra broyting, tí heldur forsetin orð, er tað fyrstu ferð síðani kollveltingina í 1979, at kvinnur fáa ráðharrastørv í Iran.

Í einari søðu í gjár segði Ahmadinejad, at hann hevur gjørt av at velja Marzieh Vahid Dastgerdi til heilsumálaráðharra, og at ein onnur kvinna, Fatemeh Ajorlu, verður ráðharri fyri vælferð og trygd. Hann segði, at hann fer at tilnevna minst eina kvinnu afturat í stjórnina.

Farrokhroo Parsay, sum var uttanríkisráðharri frá 1968 til 1977, var tann fyrsta kvinnan, sum var ráðharri í Iran. Aftan á kollveltingina í 1979 bleiv hon tikin og ákærd fyri svik. Hon varð dømd til deyða og tikin av døgum í 1980.