Tá nýggja samgonguskjalið varð undirskrivað, var samstundis greitt, at kvinnurnar eru í meiriluta í nýggjum samgonguni í Tórshavnar býráð. Hetta fyri fyrstu ferð nakrantíð, og tað sást eisini væl aftur í býtinum av nevndarsessum, har tvær nevndir hava fýra kvinnulig umboð og einans eitt mannfólk.
Tórshavnar býráð er býtt upp í sjey vanligar býráðsnevndir og so seks økis ella bygdanevndir. Av teimum sjey hava kvinnurnar meirilutan í fýra av teimum. Tað er í Mentamálanevndini, Sosialu nevnd, Heilsunevndini og Havnanevndini.
Tað mest merkisverda er kanska, at kvinnurnar eru í meiriluta í Havnanevndini, meðan tað kanska ikki tykist so løgið, at tær eru í meiriluta í Mentamálanevndini og Sosialu nevnd.
Hinvegin er tað kanska ikki so løgið kortini, tí hetta er fyrstu ferð, at Tórshavnar býráð hevur so nógvar kvinnur, at býtið kann verða meiri náttúrligt, og at tær kvinnurnar, sum hava hug til at sleppa fram at øðrum nevndum enn teimum, har tey bleytu virðini verða viðgjørd, sleppa tað.
Við blaðið í gjár segði Hildur Eyðunsdóttir, sum er forkvinna í Mentamálanevndini, at meirilutin hevði lagt seg eftir ikki at hava nakra nevnd við bara kvinnum. Men eitt nú í Mentamálanevndini og í Heilsu nevndini situr bert ein maður og fýra kvinnur.
Tað er tó ein nevnd, sum bert er mannað av monnum, og tað er Fíggjarnevndin, har borgarstjórin altíð er fastur formaður.
Tað letur til, at borgarar í Tórshavnar kommunu vænta sær nógv av nýggja býráðnum. Hetta kom Hildur Eyðunsdóttir eisini inn á í blaðnum í gjár, og hon segði, at tað gjørdi tað sera spennandi at fara til arbeiðis. Tað man vera galdandi fyri alt tað nýggja býráðið. Hetta er jú fyrstu ferð, at tey skulu arbeiða saman, har býtið millum menn og kvinnur er so javnt, sum tað kann vera.