Meðan tað oftast er girndin, sum leiðir mannin í synd, er tað hugmóð, sum lokkar kvinnuna. Hetta vísir nýggj greining hjá 96-ára gamla katólska prestinum, Robert Busa Í Gamla Testamentið var tað slangan, sum lokkaði slangan Evu. Men í dag eru tað heilt onnur ting, sum fáa menn og kvinnur at synda.
Ein nýggj kanning, góðkend av Vatikanunum, vísir, at menn og kvinnur synda á ymiskan hátt.
Hugmóð, (tað at vera hástór, yvirlegin, erpin), er tann syndin, sum oftast fær kvinnuna at krúpa til skriftistólin, meðan mannfólkini eftir øllum at døma hava verri við at stýra girndini.
Hetta skrivar Kristeligt Dagblad nú um dagarnar.
Teologiski ráðgevin hjá Pávanum, Wojciech Giertrych, sigur, at tað finst ongin javnstøðu, tá um ræður syndirnar hjá monnum og kvinnum.
Næst eftir hugmóð, eru øvund og vreiði vanligastu syndirnar hjá kvinnunum, meðan leti er tann minst vanliga.
Hjá monnum eru vanligastu syndirnar, umframt girndina, oysl, vreiði, hugmóð, øvund og havisjúka.
- Óansæð, at ymiskar mentanir skapa ymiskar vanar, so er og verður menniskjan altíð tann sama, sigur hin 96-ára gamli presturin, Robert Busa, sum gjørdi greiningina.










