Kvinnur myrdu síni egnu børn

Í Týsklandi eru fólk skelkað, eftir at løgreglan hevur kunngjørt, at hon hevur tikið tvær kvinnur, sum eru undir illgruna fyri at hava beint fyri sínum egnu børnum Onnur kvinnan, sum býr í býnum Darry í Slesvík-Holstein í Norðurtýsklandi, er 31 ára gomul, og hon er undir illgruna fyri at hava beint fyri øllum fimm børnunum, sum hon átti.

Í hinum førinum er talan um eina 28 ára gamla kvinnu í landspartinum Sachsen, sum er tikin fyri at hava tikið trý av sínum egnu børnum av døgum.

Týskir fjølmiðlar siga, at tann fyrra kvinnan gav teimum fimm børnunum doyvandi tablettir, áðrenn hon kvaldi tey. Talan var um fimm dreingir í aldrinum trý til níggju ár.

Í hinum førinum var talan um trý pinkubørn, tríggjar gentur, sum mamman myrdi, beint eftir at tey vórðu fødd.