Fleiri kanningar hava prógvað, at kvinnur eru meiri virknar innan átrúnaðin enn menn. Hetta ætla nakrir menn sær nú at broyta.
Farna vikuskifti skipaðu teir fyri ráðstevnu um hetta evnið í Roskilde. Ein sannroynd er tó, at teir hava alla kirkjusøguna ímóti sær: Kvinnurnar kring allan heimin hava altíð verið trúgvari móti kirkjuni enn menninir.
- Leikluturin hjá kynunum hevur altíð verið ymiskur, sigur religiónssosiologurin Peter Luchau við Kristeligt Dagblad.
Hann vísir á, at tá ein spyr fólk um, hvørja fatan tey hava av Gudi, svara menninir oftari enn kvinnurnar, at teir als ikki trúgva á nakran gud.
- Henda avgjørda og fastlæsta støðan tiltalar menninar meiri, meðan kvinnurnar gjarna lata dyrnar standa á gloppi, sigur hann.
Nógv bendir á, at fólk ganga í kirkju fyri at finna sosialar relasjónir og svar uppá andaligar spurningar. Hetta hóskar væl saman við teirri søkjandi kvinnuni og tí meiri kensluliga afturlatna manninum.
Ein professari í religiónssøgu, Armin Geerts heldur at væl menti sosiali intelligensurin hjá kvinnuni er nógv størri enn tann hjá monnum.
Sosiologurin, Hilda Rømer Christensen frá Lærda Háskúlanum í Keypmannahavn leggur aftrat, at menn søguliga hava valt politiskt virksemi heldur enn átrúnaðarligt.
- Siðbundna økið hjá kvinnuni var heimið, har nærleiki var við lívið og deyðan, og sum nógvir menn ikki upplivdu. At fara til eina gudstænastu, kundi tí vera eitt tiltrongt andarhol.