Kvinnur ímóti harðskapi hittust í Føroyum

Hóast eingi neyv hagtøl eru í Føroyum, so verður mett, at harðskapur ímóti kvinnum og børnum er eins vanligur hjá okkum, sum í grannalondum okkara. Um vikuskiftið var ráðstevna á Hotel Føroyum, har 144 kvinnur úr øllum Norðurlondum hittust og m.a. komu við felags yvirlýsing, har mint verður á, at harðskapur er 6. størsta orsøk til skaðar á heilsustøðuna hjá kvinnum

Um vikuskiftið var á Hotel Føroyum ein ráðstevna, har 144 kvinnur úr øllum Norðurlondum hittust. Stevnan er einaferð árliga. Hetta var 7. stevnan undir heitinum Norðurlendskar kvunnur ímóti harðskapi. Stevnan ferðast millum londini og í ár er so Kreppumiðstøðin í Føroyum vertur.


Steðgið monnunum

Eitt av ítøkiligu úrslitunum av ráðstevnuni var ein yvirlýsing, har kvinnurnar gera greitt, at harðskapur mótvegis kvinnum og børnum er ein trupulleiki, ið menninir eiga og sum teir eisini hava ábyrgdina av. Spælt verður eitt sindur við orðunum, tá spurt verður, hví harðskapur ímóti kvinnum er kulturur, tá harðskapur ímóti monnum er torturur?

Víðari verður komið við tí rættiliga húgaverdu frágreiðing, at harðskapur ímóti kvinnum er 6. størsta orsøk til heilsubrek hjá kvinnum. Henda orsøk er frammaligari enn t.d. krabbamein, ferðsluskaðar og kríggj samanlagt.

Hetta er prógvað í kanning hjá WHO í 1993 og eisini hevur granskarin Karin Helweg-Larsen viðgjørt hetta í ætlanini Nor-Vold. Hon var millum fyrilestrahaldararnar á ráðstevnuni á Hotel Føroyum.

Í yvirlýsingini, ið gjørd var um vikuskiftið, spyrja kvinnurnar eisini, um heislumyndugleikarnir framvegis hava í hyggju at nýta pening til lappaloysnir innan heilsuverkð, ella um ætlanin er at seta pening av til at steðga monnum, ið fremja harðskap ímóti kvinnum og børnum. Kravt verður, at myndugleikarnir í Norðurlondum taka sína ábyrgd av teimum monnum, ið fara harðliga fram mótvegis konum og børnum, so kvinnur kunnu liva í frælsi, sum sambært ST mannarættindasáttmálanum er mannarættur.


Ráðharrin er vakin

Føroyski heilsumálaráðharrin, Helena Dam á Neystabø, setti stevnuna. Hon kundi ikki koma við lyftum, men kom m.a. inn á børnini, sum gista á Kreppumiðstøðini og teirra umstøður.

Hon segði seg vera varugan við trupulleikarnar og segði seg halda vakið eyga við hesum trupulleikum.

Elin Reinert Planck frá Kreppumiðstøðini sigur, at júst børnini eru frammaliga í huganum á starvsfólkunum og ynski er um játtan til fleiri stavsfólk, júst fyri at veita børnunum dyggari hjálp.


Børn á Kreppumiðstøð

Tann 7. stevnan undir heitinum Norðurlendskar kvinnur ímóti harðskapi, byrjaði á Hotel Føroyum hósdagin og helt fram til sunnudagin. Umframt útferðir og løtur, har luttakarar kundu taka sær av løttum, vóru eisini fyrilestrar og workshops á skránni.

Randers Krisecenter og Nørre Sundby Krisecenter skipaðu fyri frágreiðing um børn á slíkum miðstøðum. Professarin Jóan Pauli Joensen helt fyrilestur um Det lille øsamfund. Malan Marnsersdóttir røddi um kvinnuna í bókmentum og presturin Sonja Klein um kvinnur og religión.

Karin Helweg-Larsen greiddi frá um Nor-Vold ætlanina og luttakaralondini høvdu øll stutta framløgu viðvíkjandi harðskapsraktu kvinnuni og framtíðarvánum.


Eingi føroysk tøl

Elin Reinert Planck frá Kreppumiðstøðini sigur, at stevnan er fyri starvsfólk og sjálvboðin á kreppumiðstøðum og incestmiðstøðum.

Kvinnuhúsfelagið, ið stendur aftanfyri Kreppumiðstøðina, hevur 10 ár á baki.

Elin Reinert Planck sigur, at ein trupulleiki er, at eingi neyv tøl eru í Føroyum yvir kvinnur, ið eru fyri harðskapi.

Á Kreppumiðstøðini hava tey tøl yvir gistingar og yvir hvussu nógv venda sær til støðina at fáa hálp.

Men t.d. siga hagtølini hjá løgregluni ikki so nógv, tí eittnú húsaófriður hevur alt við. Har verður ikki greinað nærri. Tað kann vera kvinna, ið verður illa viðfarin av manninum, men tað kann eisini vera tveir mans, ið eru farnir til hendurs.


Líka galið í Føroyum

Men Elin Reinert Planck metir útfrá tølunum frá Kreppumiðstøðini, og útfrá sínum kunnleika annars, at vit í Føroyum liggja á sama støðið, sum grannalondini, tá tað ræður um harðskap ímóti kvinnum og børnum.