Vanliga skalt tú leita leingi fyri at finna eina kvinnu á einum byggiplássi, men í seinastuni er tað vorðið alt meiri vanligt í Noregi, at tað eru kvinnur, ið taka sær av málaraarbeiðinum. Lærumeistararnir eru yvirhøvur á einum máli um, at kvinnur egna seg væl sum málarar, og nú eftirspurningurin eftir málarum í Noregi er stórur, velja alt fleiri kvinnur pensilin, skrivar Aftenbladet. Tær flestu velja læru, sum endar við sveinaroynd.










