Oljuting
Nú er oljuvinnan úti kring heim ein rættiliga mansdominerað verð. Hetta kann tó ikki sigast at vera dagsins veruleiki í Føroyum, skulu vit døma um uppmøtingina til Oljutingið og hvør mannar nevndina í Oljutinginum. Av teimum fimm nevndarlimunum eru tríggjar kvinnur. Og formaðurin er eisini kvinna. So kanska hetta er eitt tekin um nýggjar tíðir, har kvinnurnar ikki halda seg aftur men bjóða seg fram. Og harvið eisini manna týðandi størv við tilknýti til eina framtíðar oljuvinnu.
Oljutingið hesaferð varð hildið í sera hugnaligum umhvørvi, einum umhvørvi, sum ikki vanliga verður tengt at vinnulívinum, Listaskálanum í Havn, tó at vinna og list hava brúk hvør fyri øðrum og eru tveir týðandi partar av samfelagnum.
Mynd
Fimm kvinnur, sum virka innan ymsar tættir knýttir at oljuvinnuni, her við í Oljutinginum í Listaskálanum. Fv. Elsa Maria Olsen, skrivari í Oljutinginum, Súsanna Sørensen, kunningarfulltrúi á Oljumálaráðnum, Gunvør Balle, stjóri í Pam Offshore og Rúna Hilduberg, stjóri í Granskingarráðnum. Mynd Jan Müller