Støðugt fleiri danskar kvinnur velja heldur vera menn, og tí er talið á kynsskiftiskurðviðgerðum eisini veksandi. Tøl hjá heilsustýrinum í Keypmannahavn vísa, at í árunum frá 2005 til 2009 fingu 18 kvinnur loyvi til kynsskiftiviðgerð. Hinvegin fingu bara seks menn tílíkt loyvi.
Sambært heilsustýrinum hava tað annars altíð verið fleiri transseksuellir menn enn kvinnur, sum hava fingið kynssskiftiviðgerð í Danmark.
Danmark ber annars orð fyri at vera eitt av teimum mest afturhaldandi londunum í Evropa, tá tað snýr seg um at geva fólki loyvi til kynsskifti við skurðviðgerð.
Hetta sæst eisini við at samanbera tøl úr Danmark og Svøríki. Meðan 24 danir fingu loyvi til kynsskiftiviðgerð í árunum frá 2005 til 2009, fingu 219 sviar sama loyvið, skrivar Politiken.










