Kvinnur, lat okkum gera vart við okkum!

Ganga vit ikki mangan og grenja um ymiskt, fýlast á mangt og hvat, halda at mangt átti at verið gjørt annarleiðis og upp aftur meira kundi verið gjørt nógv betur?

Vit ótolnast um arbeiðsgongdina ymsastaðni og øtast um nógv, sum hendir í okkara lítla samfelagi, lata oyruni aftur og ugga okkum við, at tað ikki man vera so galið kortini.

Jú, betri hevði verið, um mangt var annarleiðis. Tað er tó ikki nóg mikið at hugsa um hetta í sínum stilla sinni, og aloftast er møtimikið einsamøll at vísa á skeivleikar.

Men tað er ikki neyðugt at standa einsamøll. Kvinnurnar í Norðoyggjum eiga sítt egna felag. Klaksvíkar Húsmøðrafelag, sum er til reiðar at taka upp tey mál, sum rørast í okkum.

Aðalfundur felagsins verður 24. februar í Bøgøtu 3 og tikið verður í móti uppskotum til viðgerðar á fundinum. Vælsignaðar kvinnur, haldið tykkum ikki aftur, tí ikki verður nevnt á fundinum, hvør, ið sent hevur.

Ongi mál eru ov stór og ongi ov smá til, at vit kunnu taka tey upp og saman viðgera tey og um neyðugt fara víðari við málunum.

Tað besta, vit kunnu gera við trupulleikar, er at loysa teir.

Tað besta, vit kunnu gera við skeivleikar, er at rætta teir.


Klaksvíkar Húsmøðrafelag