fundur
Fundurin verður fyri øllum teimum kvinnum, sum stillaðu upp til kommunuvalið í 2004. Av teimum 250 uppstillaðu hetta árið eru 51 valdar og sita í dag í bý- og bygdaráðunum kring landið. Av hesum 51 eru 6 borgarstjórar.
Tað er politiski kvinnubólkurin á tingi, sum skipar fyri. Í honum sita tær tríggjar fólkavaldu tingkvinnurnar umframt kvinnulig umboð fyri hinar politisku flokkarnar, sum ikki hava fólkavalda kvinnu í tingbólkinum.
Tá ið fundurin er fyri kvinnum, sum hava víst kommunalpolitiskan áhuga til seinasta val, er endamálið við fundinum, at hesar kvinnur fáa kunning og kjak um kommunalpolitiskar ætlanir við denti á uppgávubýtið millum land og kommunur.
At halda upplegg um uppgávubýtið, verða umboð fyri kommunufeløgini og landsstýrismannin í kommunumálum Jacob Vestergaard.
Fundurin verður skipaður soleiðis:
Kl. 19.00 byrjar Eyðun Christiansen frá Føroya Kommunufelag at røða um fíggjarpolitiskar fyritreytir fyri broyttum uppgávu- og ábyrgdarbýti ímillum land og kommunur.
Síðandi fer Ingibjørg Berg frá Kommunusamskipan Føroya at røða út frá einum politiologiskum sjónarvinkli um kommunala sjálvræði í sambandi við nýggja kommunuskipan og nýtt uppgávubýti millum land og kommunur.
Og sum tann triðji kemur landsstýrismaðurin Jacob Vestergaard at greiða frá kommunalpolitisku støðuni og ætlanum við uppgávubýtinum millum land og kommunur.
Eftir kaffisteðgin verður kjak sum Marjun Kálvalíð kemur at stýra.