Kvinnur hjálpa kvinnum

Kvinnuhúsið tekur nú stig til ein sjálvhjálparbólk, ið er ætlaður kvinnum sum líða av anorexi, bulimi og ováti


 

ETINGARÓLAG

Etingarólag er ein væl goymdur trupulleiki í Føroyum. Eftir áheitan tekur Kvinnuhúsið nú stig til ein sjálvhjálparbólk, ið er ætlaður kvinnum sum líða av anorexi, bulimi og ováti.

- Áheitanin kom í sambandi við, at tvær kvinnur úr Danmark herfyri vóru í Føroyum og hildu fyrilestur um evnið, og fyri at kjakið ikki skal steðga, taka vit um endan og fyriskipa ein sjálvhjálparbólk, sigur Elin Reinert Planck, leiðari í Kvinnuhúsinum.

Endamálið er hjálp til sjálvhjálp. Kvinnur stuðla hvørja aðrari, finna loysnir, amboð og veita hjálp til sjálvhjálp. Sjálvhjálparbólkar taka støði í umstøðunum hjá tí einstøku kvinnuni og arbeitt verður út frá hesum. Kvinnurnar gera sjálvar av, hvussu arbeiðið fer fram í bólkinum og hvat serligur dentur skal leggjast á. Sjálvhjálparbólkurin hevur ein leiðara sum leggur lag á, tað er Anna Debes Hentze, sálarfrøðingur, og tá bólkurin hevur verið saman í tíggju vikur, er ætlanin at hann skal halda fram sjálvur. Fyrsti fundurin verður týskvøldið 20. mars, og áhugaðar kunnu venda sær til Kvinnuhúsið.

- Tá ið vit hava fingið áheitan um at fyriskipa ein sjálvhjálparbólk, er grundarlag undir einum. Eg ivist ikki í, at tað eru nógvar kvinnur, sum hava etingarólag. Men tað er ein spurningur at tora at gera nakað við trupulleikan. Ofta er trupulleikin vorðin ógvuliga stórur, tá ið hann eina ferð kemur fram í dagsljós, sigur Elin Reinert Planck.

Sambært Centrum for Mennesker med Spiseforstyrrelser, eru fleiri ymiskir hættir og mátar av etingarólag. Trupult er tí at lýsa, hvat tað veruliga er. Tí verður sagt, at tá sambandið við mat, likam og vekt gerst so trupult, at tað forðar einum í at liva eitt regluligt lív, er talan um etingarólag.