Kvinnur hittast til stevnu

Hetta vikuskiftið hava kvinnur í hópatali leitað sær til leguhúsið í Nesvík.

Hetta hendir í samband við landsstevnuna hjá Sjómanskvinnuringunum kring landið, og sum byrjar í kvøld og endar seinnapartin sunnudagin. 

Á skránni er orðaskiftið um arbeiðið, bíbliutími, møtir og gudstænasta. Við á landsstevnuni verður Finn Juhl Nielsen, ið starvast innan sjómansmissiónina í Danmark.