Kvinnur hava sex av øðrum orsøkum enn kærleika

Kvinnurnar eru kanska ikki so reinhjartaðar, sum ofta verður hildið um tær. Flestu av teimum meir enn túsund kvinnunum, ið vórðu spurdar, viðgingu at tær fóru í song við manninum, tí at tær elskaðu hann ? men fleiri orsøkir kunnu liggja aftanfyri. Eitt nú svaraðu fleiri av av teimum, at tær høvdu farið í song við manninum fyri at fáa hann at gera ymiskt ? eitt nú sláa gras og taka uppvaskið.

Nógvar av kvinnunum hava sex við manninum fyri at fyribyrgja, at hann skal vera ótrúgvur. Eitt nú kundu tær funnið upp á at tikið mannin inn í songina, áðrenn hann fer í jólafrokost.

Kynsliga samveran fyribyrgir ringan stemning, hildu nógvar teirra eisini. Fleiri av kvinnunum hava sex, um tær keða seg.

Viðhvørt kunnu tær eisini fara við manninum bara fyri at fáa hann at halda upp at at plága um sex.