TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi beinleiðis á Rás2 við ein fegnan aðalskrivara í FSF, Virgar Hvidbro aftaná 2-1 sigurin hjá Føroyum ímóti Turkalandi.
FSF hevur sum stevnu, at kvinnur skulu meiri fram í fótbólti. Bæði á vøllinum, í feløgunum og í umsitingini. Tí var tað eisini í ljósinum av tí eyka gleðiligt, at føroysku kvinnurnar vunnu seg víðari í HM-undankappingini.
Í FSF síggja tey fram til komandi HM-undankappingina hjá kvinnunum: - Ìløgurnar vit gera í landsliðsfótbóltin fáa vit altíð aftur, staðfestir Virgar Hvidbro, sum fegnast um stóra áhugan kring alt Føroya land fyri føroyska kvinnulandsliðnum.