Kvinnur eru undirskotsforrætning fyri landskassan

Tað er stórur munur á, hvussu stórt íkast kvinnur og menn búskaparliga geva vælferðarsamfelagnum.

Sjálvt um kvinnur langsíðani hava yvirhálað menn á útbúgvingarøkinum, er tað framvegis stórur munur á, hvussu nógv bæði kynini koma at geva samfelagnum búskaparliga, skrivar danski miðilin Mandag Morgen.

Ein nýfødd genta fer við núverandi vælferðarskipanum og kynsskipan í familjuni at verða ein »undirskotsforrætning« fyri tað almenna. Hon fer gjøgnum lívið at fáa 1,2 milliónir krónur meira frá tí almenna í veitingum, enn hon fer at gjalda í skatti.

Ein nýføddur drongur fer hinvegin at vera ein »yvirskotsforrætning«. Hann fer í miðal at veita 0,9 milliónir krónur meira til felags samfelagskassan, enn hann fer at fáa gjøgnum lívið.

Tað vísa útrokningar sum Dream-bólkurin í samstarvi við skrivstovuna hjá Det Økonomiske Råd hevur gjørt fyri Mandag Morgen

Hetta kemur ikki óvart á Ninu Smith, sum er kynsgranskari og professari við Aarhus Universitet. Hon heitir tí á politikarar í Fólkatinginum og partarnar á arbeiðsmarknaðinum um at tryggja, at menn taka størri part av barnsburðarfarloyvinum, so fleiri kvinnur kunnu hava størri eydnu á yrkisleiðini og harvið gera sær dælt av sínum førleikum og sínum gávum.

»Nú fara kvinnur helst altíð at vera ein undirskotsforrætning fyri tað almenna til tann dag, tá menn sjálvir kunnu føða børn. Men tær eru ein størri undirskotsforrætning, enn tær nýtast at vera. Tað er serliga tí, at kvinnur taka at kalla alt barnsburðarfarloyvið. Tað ger, at tær verða langt aftan fyri menn. Her eru stórir møguleikar fyri bata bæði fyri tað almenna og fyri familjurnar«, sigur Nina Smith við Mandag Morgen.

Tá kvinnur framvegis taka so nógv tann størsta partin av barnsburðarfarloyvinum, verða tær settar munandi aftan fyri menn í mun til yrkisleið og løn. Ta eftirstøðuna hava kvinnur trupult við at vinna innaftur seinni í lívinum. Tað skeiva býtið av barnsburðarfarloyvinum merkir, at hvørt barn kostar 10 porsent at lønini hjá kvinnuni. Inntøkan hjá monnum verður hinvegin als ikki ávirkað av, um hann hevur børn ella ikki, vísir kanning.

Ein onnur týðandi orsøk er kynsbýtti arbeiðsmarknaðurin í Danmark. Tað er sum eitt hjúnarband, har privata vinnulívið er tað hjá manninum, meðan almenni arbeiðsmarknaðurin er til kvinnuna, har hon arbeiðir parttíð og í størvum við nógv lægri lønum.

Nógv fleiri kvinnur enn menn hava parttíðararbeiði. Kvinnur hava hægri sjúkrafráveru enn menn. Tær hava størri fráveru vegna sjúk børn enn menn, og tær hava tí trupult við at náa upp á tindin, og tær fara fyrr av arbeiðsmarkaðinum enn menn.

Ein triðja orsøk til stóra kynsmunin er, at kvinnur í miðal liva sløk fýra ár longri enn menn. Tað merkir, at kvinnur fáa fleiri veitingar knýttar at aldrinum, so sum fólkapensjón, eldrarøkt og heilsurøkt.

Ein av leiðandi vælferðarserfrøðingum í Danmark, Torben M. Andersen, sum er professari í búskapi við Aarhus Universitet, lýsir hendan munin sum eina javning millum menn og kvinnur.

»Vit tosa so nógv um, at vælferðarsamfelagið javnar millum rík og fátøk. Men tað er eisini ein ógvuliga stór javning millum kynini. Vælferðarsamfelagið er innrættað á ein slíkan hátt, at menn gjalda til kvinnur sum eitt slag av lívstryggingarskipan«, sigur Torben M. Andersen.

Sjálvt um menn framvegis gjalda nógv meira til vælferðarsamfelagið enn kvinnur, er munurin vorðin minni við árunum. Tað vísir ein samanbering við líknandi útrokningar, sum áður eru gjørdar av eitt nú Velfærdskommissionen.

Øll greinin kann lesast her: mm.dk/artikel/17175-kvinder-er-fortsat-en-underskudsforretning-for-statskassen