Kvinnur eru skikkiligari í bili enn menn

Menn koyra nógv skjótari enn kvinnur – og tað er ikki bara teir ungu dreingirnir

Kvinnuligir bilførararar eru nógv skikkiligari í ferðsluni enn teir mannligu. Tað sæst í eini nýggjari gallupkanning, Ráðið Fyri Ferðslutrgd hevur gjørt.

 

Kanningin vísir, at sum heild eru tað bara 32 prosent av bilførarum, sum halda seg lógligu megin hámarksferðina, sum er 80 kilometrar um tíman.

 

Men kanningin vísir eisini, at tað eru stórur munur á, hvussu skjótt menn koyra bil, og, hvussu skjótt kvinnur koyra.

 

Støðan er nevniliga tann, at mannligir bilførarar koyra nógv skjótari enn kvinnuligir bilførarar. Og tað er ikki bara teir ungu dreingirnir, sum koyra skjótt.

 

Kanningin vísir nevniliga, at av teimum kvinnuligu bilførarunum, eru tað 38 prosent, sum halda seg til hámarksferðina, men tað eru bara 27 prosent av mannligum bilførarum, sum gera tað. 

 

Og støðan er tann, at tað eru yvir 40 prosent av mannligu bilførarunum, sum bróta hámarksferðina dagliga, men bara ein fjórðingur av kvinnuligu bilførarunum gera tað.

 

Tað er eisini ein forðingur av kvinnunum, sum siga, at tær koyra aldrin skjótari enn loyvt er, men tað kunnu bara 11 prosent av mannligum bilførarum reypa sær av.

 

Harafturat vísir kanningin, at tosa vit um bilførarar, sum vanliga koyra skjótt, ella minst 100 kilometrar um tíman eru eisini stórur munur á kynunum, tí av mannligu bilførarunum eru tað 16 prosent, sum plaga at liggja um 100 kilometrar um tíman, men 10 prosent av kvinnunum gera tað.

 

- Tað kemur ikki óvart á okkum, tí royndirnar vísa okkum, at menninir koyra skjótari enn kvinnur, sigur Brynhild Høgnadóttir, stjóri í Ráðnum Fyri Ferðslutrygd.