Kvinnur eru meira erkvisnar

Ein kanning við Aalborg Universitet vísir, at kvinnur eru meira erkvisnar enn menn.

Tær siga fyrr AV! enn menn, bæði tá talan er um trýst á vøddar og um kulda, skrivar avisen.dk. Eisini vísir kanningin, at kvinnur oftari hava migrenu enn menn, og at summar pínutablettir ikki rigga eins væl hjá kvinnum, sum hjá monnum.