Kvinnulist í Føroyahúsinum

Í morgin, sunnudagin, letur ein listaframsýning upp í Føroyahúsinum í Keypmannahavn. Tær fýra listakvinnurnar, Hansina Iversen, Beinta av Reyni, Jórun Dánjalsdóttir og Elisabeth Pike fara at sýna verk síni fram.

Tað er Listafelagið í Keypmannahavn, ið hevur tikið stig til framsýningina, sum hevur fernisering í morgin, sunnudagin 7. mars klokkan 15-17. Framsýningin hongur uppi til 6. apríl 2010.

Á ferniseringini luttaka eisini tvær aðrar listakvinnur: Marin Hentze, kokkur, sum fer at borðreiða við føroyskum viðskera, og Lena Nicolajsen, sniðgevi, fer at greiða frá um sítt virksemi.

Framsýningin er eisini liður í Altjóða Kvinnudegnum. Tí samstarva Listafelagið og Kvinnufelagið um tiltakið hin 8. marts um kvøldið, har evnið er list. Har fara nakrar av listakvinninum at greiða frá um teirra list og um støðuna hjá føroyskum myndlistakvinnum í dag.