Ein kvinnuligur fangavørður hevur sagt seg sjálva úr starvi, tí hon ikki vildi steðga sínum sambandi við drápsmannin og fangan, Peter Madsen. Tað skrivar Ekstra Blaðið í kvøld.
Kvinnuligi fangavørðurin er mitt í 40’unum og arbeiddi á Vestre fongsli, meðan Peter Madsen sat har. Sambært samrøðu við fangavørðin á Ekstra Blaðnum, leitaði hon sær sjálv til Peter Madsen, tá hon hevði tíð. Tey kundu tosa gjøgnum hurðina til hansara sellu, og tey vóru á bylgjulongd, ljóðar tað.
Hann flutti síðani í Storstrøm fongul í vár, og har hava starvsfólk funnið útav óvanliga sambandinum millum fangan og fangavørðin, tí tey høvdu sent so nógv brøv sínámillum.
Hon hevði fyrst sjálv sagt upp, men tá tey funnu útav hesum, varð hon send heim umgangandi. Hon sigur í samrøðu við Ekstra Blaðið, at hon veit væl, at hon hevur handlað skeivt, men hon veit ikki, um tað útviklar seg til nakað meira.
Tað er ikki meir enn tvær vikur síðani, at Peter Madsen á Facebook-vanga sínum eggjaði fólki at senda sær bræv. Hann lovaði at svara øllum aftur. Tá ljóðaði frá eks-konuni hjá drápsmanninum, Peter Lundin, at kvinnur ikki skuldu lata seg lokka av Peter Madsen - les: Haldið tykkum langt frá Madsen.
Peter Madsen varð í vár dømdur lívlangt fongsul fyri at hava dripið svensku tíðindakvinnuna, Kim Wall. Fyri einum ári síðan sigldu Peter Madsen og Kim Wall út í Oyrasund við kavbátinum Nautilius, og her drap Peter Madsen svensku tíðindakvinnuna fyri síðan at lima hennara lík sundur.